Hvussu goymi og røki eg dekkini hjá mær ?

Besti MÁTIN at goyma dekk (uttan felgu) er, at tey standa Á myrkum, turrum stað, ið ikki er ov heitt. Lat ikki bensin, olju ella feitt koma til. Kanna eftir rivum og skaða í dekkunum og tak smálutir úr deksmynstrinum. Vilt tú reinsa dekkini, kanst tú brúka kalt vatn uttan tilsett evni.

 

Hvat er dekktrýst?

Tað er lufttrýstið í dekkunum, ið vanliga mátast í barr/kg ella PSI. 

1 barr/kg = 14,504 PSI.

 

Hvussu finni eg rætta dekktrýstið til dekkið?

Rætta lufttrýstið til dekkini á bililnum hjá tær stendur vanliga á fremsta hurðastavinum vinstrumegin og/ella á lokinum til tangan. Haraftrat stendur tað í handbókini.

 

Hvussu ofta skal eg kanna dekktrýstið?

Dekktrýstið er umráðandi í sambandi við trygd og livitíð á dekkinum. Dekktrýstið á tí einstaka bilinum og sniðinum verður ásett undir framleiðslu. Tú finnur rætta dekktrýstið til bilin í handbókini, á lokinum til tangan, innanfyri førarahurðina ella í handskarúminum. Ov lágt ella høgt trýst minkar um vegfestiseginleikan. Umframt ójavnt slit á dekkini ávirkar dekktrýstið eisini koyringina, og tað kann vera ógvuliga vandamikið, tá ið koyrt verður við nógvari ferð. Samsvarar dekktrýstið ikki við vektina á bilinum, kann varandi skaði koma á dekkið og kann í ringasta føri elva til, at dekkið brestur.


Vit viðmæla: Kanna dekktrýstið hvønn mánað og umstilla um neyðugt. Kanna dekkini, meðan tey eru køld, og ikki meðan tey eru upphitað eftir koyring. Gloym ikki eykahjólið – tú veitst ikki, nær tú fært brúk fyri tí. Meira kunning fæst á kunningarsíðuni hjá bilframleiðaranum.


Hvussu ofta skal eg skifta dekk?

Lógarkravið til mynsturdýpdina er 1,6 mm. Vit mæla til, at summardekk verða skift, tá ið mynsturdýpdin er 2,5-3,0 mm, meðan vetrardekk eiga at verða skift, tá ið mynstrið er 3,0 mm. Nærkast dekkini 5-6 árum, eiga tey eisini at verða skift, áðrenn rivur koma í tey. 

 

GEV GÆTUR: Dekkini eru einasta sambandið millum bil og veg. Undir øllum umstøðum hongur trygdin í einum lutfalsliga lítlum sambandi við undirlagið. Á einum persónbili er sambandið sum ein lógvi. Tí er tað sera týdningarmikið, at dekkini eru væl viðfarin og verða skift, tá ið tíðin er komin til tað.

 

Hvussu leingi halda dekkini?

Tað er sera ymiskt frá bili til bil og frá førara til førara, hvussu leingi dekkini halda. Dekkini halda sær longst, um tú koyrir við røttum dekktrýsti og javnan kannar sporing og javnvág í dekkunum. Vanliga kunnu nýggj dekk koyra 25.000 til 35.000 km, men tað valdast slag av bili, hvørji dekk tú velur, og hvussu tú koyrir.

 

Nær skal ventilurin skiftast?

Av trygdarávum mæla vit til, at ventilurin verður skiftur í sambandi við dekkskiftið.

 

Slítast dekkini aftan og framman líka nógv?

Á forhjólstrektum bilum verða forhjólini oftast slitin skjótari, og tí er tað eitt gott hugskot at býta for- og bakhjólini um av og á. Soleiðis fært tú fýra heilt nýggj hjól samstundis, tá ið tey gomlu eru uppslitin. Tað øvuta er við bakhjólstrektum bilum, men ofta ikki í líka so stóran mun.

 

Hava dekk ein lokadag?

Dekk hava ongan lokadag, men vit mæla til, at dekkini verða skift, tá ið tú hevur koyrt við teimum í 5-6 ár. Harumframt skalt tú altíð ansa eftir rivum og øðrum skaða á dekkunum.

 

Hvussu kann eg tryggja mær, at dekkini halda sum longst?

Sum við øllum vørum, skulu dekkini hava góða viðferð. Soleiðis kanst tú tryggja tær, at dekkini halda væl við bestu koyriførleikum alla livitíðina. Vit mæla til:

  • Hav eftirlit við dekkunum og kanna lufttrýstið (eisini eykahjólið) 14. hvønn dag. Hevur dekkið fingið skaða, skal ein serkønur hyggja at tí.
  • Javnvágin á akslunum skal kannast (sporing/ 4-hjóls-áseting).
  • Fá dekkini balanserað regluliga fyri at trygga tær koyring uttan darran og minka um slit á dekkum og øðrum lutum á bilinum.  

Kunnu dekkini overva seg?

At dekkini verða overvað (óhóvlig ferð ella ov nógv vekt) hevur somu álvarsligu fylgjur sum við ov lágum lufttrýsti og kann tí elva til skaða, ið ikki kann bøtast.


Vit mæla til: Overva ikki bilin hjá tær. Ætlar tú at koyra við hámarksferð og -vekt, eigur tú at stilla lufttrýstið í samsvari við tað, sum bilframleiðarin mælir til.