Kunning um galdandi reglur fyri vetrardekk í Føroyum og Evropa

> Politi.fo - Kunning um dekk

> Vinterdæksregler i Europa (personbiler)
> Vinterdæksregler i Europa (lastbiler)

 

Hvat verður kravt av mynsturdjúpdini á dekkum?

Tær nýtist einki serstakt tól ella mátiband fyri at síggja, um dekkini eru trygg – og loyvd – at koyra við. Alt, tær tørvar, eru ábendingarkubbarnar, sum eru á dekkunum.


Millum foyrurnar, ið gera mynstrið, eru fleiri gummikubbar. Teir vísa á minsta lógarkravið, sum er 1,6 mm. Er slitlagið so slitið, at kubbarnir nema vegin, eru dekkini ólóglig at koyra við. Vit mæla altíð í minsta lagi til 2 mm á summardekkum og 3 mm* á vetrardekkum við bremsiførleika og vandanum fyri aquaplaning í huga.


Hevur tú breið dekk (205 mm ella meira) ella koyrir við nógvarii ferð, ljóða ráðini: Í mindsta lagi 3 mm á summardekkum og 4 mm á vetrardekkum. Soleiðis hevur bilurin gott vegfesti, og tú og tíni kunnu koma trygt og gott fram.


* Lógarkrav í Svørríki, Noreg og Finnlandi.

 

Kann eg seta aðra dekkstødd ella dekkbreidd á bilin, enn ta, hann koyrir á? 
Um støddin verður broytt, er hetta galdandi: 

Til nýggjari persónbilar frá 1997 og frameftir eins og við typugóðkenning (70/156/EØF) er kunning um loyvdu býtismøguleikar fyri støddir og felgur á skrásetingarskjalinum til bilin.

Til eldri persónbilar, sum ikki eru typugóðkendir, er fylgjandi galdandi:

  • Rulliummálið skal ikki broytast meira enn +/- 5 %
  • Spenningsførið á dekkinum skal samsvara við mest loyvdu tyngdina pr. ás á bilinum
  • Hjólkassin skal rúma dekkunum við fullum stýrismuni og fjaðring
  • Nýggja støddin skal ikki elva til tøkniligar trupulleikar. Fyri at sleppa undan ymsum trupulleikum og/ella skerdum førleika á bilinum, skulu tey ráðini, ið framleiðarin hevur givið, altíð fylgjast.

 

Kann eg koyra við bæði summar-, vetrar-, og heilársdekkum samstundis?

Nei! Lógin sigur, at øll fýra dekkini skulu vera sama slag, t.v.s. fýra summardekk, fýra vetrardekk ella fýra heilársdekk. Tó ber tað til at blanda heilársdekk og vetrardekk, um tey hava M+S merkið, men hesum frámæla vit avgjørt. Tað er loyvt at koyra við dekkum av ymsum merkjum og mynstrum, men tað mæla vit ikki til, bæði fyri hentleika ella trygdarávur.

 

Hvat verður kravt í útlondum?

Koyrir tú í útlondum í bilinum hjá tær, skalt tú hugsa um, at ikki allar reglur eru tær somu sum í Føroyum. Millum annað eru aðrar og strangari reglur, tá ið talan er um mynsturdýpd og kravið til vetrardekk, og nær píkadekk kunnu brúkast. 

> Reglur um vetrardekk í Evropa (persónbilar)

 

Kann eg koyra við píkadekkum alt árið?

Neí! Í Føroyum er loyvt at koyra við píkadekkum frá 15. oktobur til 15. apríl. Píkadekk skulu brúkast á øllum fýra hjólum.

 

Kann eg koyra við kavaketum í Danmark?

Ja, tær kunnu brúkast, um tey ikki oyðileggja vegirnar.

 

 

EU-merkið

Hvussu skilji eg ES-merkið?

Frá novembur 2012 skulu øll dekk hava eitt ES-merki. Á merkinum standa trygdar- og umhvørvisførleikar á dekkinum. Á www.dæklabel.dk kanst tú lesa meira um skipanina. 


ES-merkið er deilt í trý felt og verður lisið soleiðis: 

 

Ovast til vinstru: Rullimótstøða (brennievnisnýtsla)

Við minni rullimótstøðu verður brennievnið spart, og tað ber í sær minni CO2-útlát. Dekk í bólki A spara mest brennievni, og fyri hvønn bólk frá A til G økist brennievnisnýtslan við uml. 0,1 litur pr. 100 km, koyrdir í einum bili, ið koyrir uml. 15 km/t pr. litur. Bólkur D verður ikki brúktur.

 

Ovast til høgru: Vegfesti í vátum veðri (bremsuførleiki):

Eitt gott vegfesti er altavgerandi, tá ið tað kemur til trygga koyring. Førleikin er býttur í bólkarnar A (grønt) til G (reytt), har ið bólkarnir D og G ikki verða brúktir. Munurin á bremsulongdini millum eitt dekk í bólki A og eitt í bólki F er í minsta lagi 18 metrar!

 

Niðast: Sigur frá uttandura larmi í desibellum (dB):

Larmurin, ið mátast í desibellum (dB), er ljóðið, ið kemur frá dekkunum uttan fyri bilin. Jú fleiri ringar eru teknaðir á merkið, jú verri er larmurin í desibellum.