Hjá Dekksentrinum bjóða vit eisini siping

Siping fer fram við at skera mikrofoyrur í dekkmynstrið, ið longu er har. Hetta ger, at vegfestið økist í ringum koyrilíkindum, sum t.d. regni, kava, gleri og líknandi.

Einfalt sagt, verða við siping smáir kantar/lamellir í túsundatali gjørdir í dekkið, soleiðis at dráttarmátturin økist, bremsingin verður betri, og koyringin verður javnari orsakað av øktum smidleika. Harumframt kølna dekkini við siping skjótari. Tað gevur dekkunum longri livitíð.