UM DEKKSENTRIÐ

Rúni Lindberg er stjóri á Dekksentrinum. Hann og Gunnar Justinussen eiga Dekksentrið. Gunnar stovnaði nýtt partafelag, tá ið hann keypti og yvirtók Dekksøluna frá Pf Meinhard Arge í 1998. Dekksentrið hevur sostatt hildið til á Hálsi síðan 1978, hóast eigarin var ein annar.

,Síðan Dekksentrið varð stovnað, er vøruúrvalið nógv víðkað. Vit selja alskyns merkir av dekkum. Er tað eitt  ávíst dekk, tú leitar eftur, kunnu vit  hjálpa tær .

 Umframt persónbilar er málbólkurin bæði lastbilar, trailarar, trukkar og gravimaskinur.

Heilsøluparturin er vaksin nógv við árunum, og í dag er Dekksentrið veitari til tær flestu stóru bilasølurnar og verkstøðini í landinum.

Vit hava eisini eitt vælútgjørt mekanist verkstað, har vit kunna gera tær flestu umvælingar fyri ein sámiligan prís.

Tú kanst t.d. skifta olju og fyltur fyri kr. 1.295 (upp í 5 litrar av olju)

 

Umframt sjálva søluna av dekkum og felgum, kann Dekksentrið sjálvandi bjóða skjótt dekkskifti, sporing og dekkhotel. Haraftrat hava vit serligan tænastubil, sum er skjótur á staðnum, tá ið dekkið punkterar.

 

Dekksentrið hevur alla ta nýggjastu tøknina, ið javnan verður dagførd, og fólkini eru dugnalig og hava drúgvar royndir. Tað ger okkum til fremstu serfrøðingar á økinum.

 

Í løtuni starvast sjey fólk hjá Dekksentrinum. Tá ið nógv er at gera í háárstíðunum, eru eini 10 fólk í starvi.