DEKK

Vel tey røttu dekkini og røttu felgurnar

 

Á Dekksentrinum leggja vit okkum eftir at hava dygdargóð dekk á goymslu í flestum støddum. Tað týdningarmesta á einum bili eru nevniliga dekkini, og vit lækka ikki krøvini til góðskuna av dekkunum, tí vit virða bæði tíni fíggjarligu viðurskifti og tína trygd. Dekkini eru títt einasta beinleiðis samband við vegin, og tí átti tú, eins og vit, at ansa sera væl eftir tínum dekkum.

 

Einar flottar alufelgur eru prikkurin yvir i'ið. Hetta betrar koyrieginleikarnar og sær eisini knasandi gott út.