Hvat skal eg hava í huga, tÁ IÐ eg fari í summarferiu við bili?

Tað er ymist at hugsa um, tá ið tú fert Í summarferiu við allari familjuni í bili, og tí hava vit nøkur góð ráð og hugskot at geva tær. 

 

Fyrireiking

Tað er gott at fáa nógvar spurningar svaraðar, áðrenn tú fert í feriu. Dekkar mín trygging? Eru serligar ferðslureglur? Er brennievnið dýrt? Kostar tað at koyra á motorvegnum, brúgvum og tunlum? Tað er eitt gott hugskot at fyrireika túrin, áðrenn tú fert avstað. Hvør skal koyra? Ber til at skifta førara, er tað altíð tað besta?

 

Set ríkiliga tíð av til ferðingina, eisini til steðg og hvíld.

 

Prógv/skjal

Tak 1. part av skrásetingarskjalinum við tær (hevur tú virkisbil, verður skjalið goymt í fyritøkuni). Tó er ikki longur neyðugt at hava tað reyða kortið við sær í útlond. Tað grøna kortið er prógv fyri, at akfarið hjá tær er ábyrdartryggjað, og tað er ikki neyðugt í: Noregi, Íslandi, Sveis, Krotaia, Andorra og ES-londum.


Minst til motorvegaprógvið fyri at sleppa undan bót. Hesi eru lógarkravd í Sveis, Eysturríki, Slovenia, Kekkia, Slovakia, Rumenia, Ungarn og Bulgaria. Gongur leiðin til Týsklands ella Italia, skalt tú í summum býum hava eitt umhvørvisskjal í framrútinum, tí uttan hetta kanst tú fáa bót. Tey kunnu m.a. keypast hjá FDM.
 

Ferðast við hundi og kettu

Kelidjór eru ikki vælkomin í øllum londum, og summi lond hava serstakar reglur. Tú kanst fáa vegleiðing hjá donsku Fødevarestyrelsen á tlf. +45 72 27 69 00.

 

Tú og familjan

Ver væl fyri og úthvíldur, áðrenn tú koyrir. Et lættar máltíðir, áðrenn tú fert og á túrinum. Tá ið tú situr stillur, sodnar maturin seinni. Eru børn í bilinum, er umráðandi við nóg mikið av undirhaldi. Fyll spøl og filmar á teldlar og telefonir og syrg fyri, at streymur er til, og at øll battarí eru lødd. Børn skulu sita rætt íbundin allan túrin. 

 

Dekk

Tað er umráðandi, at tú kannar mynsturdýpdina á dekkunum, áðrenn túrurin byrjar. Dekkini, sum í støddini á vegtakinum svara til fýra postkort, eru títt einasta samband við vegin. Eru dekkini ov slitin, økist vandin fyri aquaplaning, og bremsiførleikin minkar.
Vit mæla tí til, at tú skiftir summardekk, tá ið 3 mm eru eftir á mynsturdjúpdini (lógin sigur 1,6 mm). 

 

 

 

Dekktrýst

Dekktrýstið er týdningarmikið fyri bæði góðsku, trygd og brennievnisnýtsluna. Ov stórt ella lítið lufttrýst minkar um vegfestið, og mynstrið slítist skjótt og ójavnt. Ivast tú í lufttrýstinum, kanst tú hyggja í handbókina, á lokið til tangan ella innanfyri á førarahurðini. Er bilurin fullur, skal eyka luft í dekkini. Kanna lufttrýstið, meðan dekkini eru køld (eisini eykadekkið) 
 

Pakka bilin

Legg ta tyngstu byrðuna so langt fram í viðførisrúmið, sum til ber, og ansa eftir tí loyvdu hámarksvektini á bilinum. Minst til, at tyngdin á bilinum ávirkar koyriførleikan, og tí hevur hann longri bremsulongd enn vanliga. Minst til trygdarvest til alla familjuna, ávaringartríkant, donkraft, hjólslykil, fyrstuhjálpartasku og eldsløkkjara. Ver ansin, tí trygdarkrøvini kunnu vera ymisk íl teimum ymisku londunum í Evropa.

 

At hava við:

  • Dekk 
  • Olju-, kølara- og bremsuveska
  • Lyktir, lás og rútar 
  • Prógv, skjøl og tryggingar 
  • Pengar, pass
  • Eykalykilin
  • Fyrstuhjálparkassi, tablett fyri bilverk, heiligvág, drykkjuvøra og okkurt lekkurt til túrin

Hav eitt gott summar!