Fert tú rættiliga út at koyra. er umráðandi, at bilurin er í góðum standi. Nógvir kilometrar á heitum vegi krevur nógv av dekkunum, ið eru einasta samband millum bilin og vegin. Syrg tí fyri, at tú hevur summardekk undir bilinum um summarið og vetrardekk um veturin ella heilársdekk, at mynstrið á dekkunum hevur røttu djúpd og at lufttrýstið í dekkunum er í lagi.


Hóast vit í Dekksentrinum ikki eru ferðaleiðarar, vilja vit geva tykkum eitt sindur av íblástri:
 

#1 Far útferð í náttúruni

Pakka bilin við teppum, pútum, dúki og einari lekkrari matkurv við øllum tí, tykkum dámar best, eitt nú jarðber, heimabakaðir bollar, ost, te og nógv vatni - og koyr avstað. Hava tit allan dagin tøkan , kunnu tit til dømis velja trý støð at fara til. Tað kundi verið eitt vakurt stað, har tit kunnu seta tykkum niður og dvølja við matinum.

 

#2 Vitja oyggjarnar

Í Føroyum eru vit so heppin at hava nógvar oyggjar. Far til eina oyggj, har tú ikki hevur verið fyrr, far á Google Earth og og finn okkurt stað, ið sær spennandi út. Tú kanst eitt nú festa kajakkir upp á takið á bilinum og koyra avstað. Soleiðis kunnu tit eisini síggja oyggjarnar frá sjónum.

 

#3 Leiga eitt summarhús

Hava tit brúk fyri at koma burtur í longri tíð, kundi tað verið eitt ógloymandi minni at leiga summarhús onkustaðni, har tit ikki eru von at vera í Føroyum. Pakka bilin við handklæðum, taskum og øllum, tit kunnu brúka. Far á rannsóknarferð ella bara slappa av.

 

#4 Les eina bók

Vera tit heima alla feriuna, er tað kanska ein tiltrongdur steðgur at pakka eina tasku við keks og kaffi og koyra til eitt stað, tær dámar væl, ella har tú ikki hevur verið fyrr – og njót eina góða bók. Hetta eru serstakliga góðar løtur at njóta um summarið, og onkurvegna kennist tað, sum hevur tú upplivað meira, enn um tú sat heima, hóast tað eisini er stak hugnaligt.

 

#5 Nógv av tí sama

Kanska dámar tær gamlar bygningar, at dyppa á sjónum, at trena í vælveruhølum, rennitúrar uppi í fjøllunum ella okkurt heilt annað. Set tær fyri at royna nógv av onkrum, ið tær dámar best, alt summarið. Dámar tær eitt nú kirkjur, kanst tú vitja fleiri ella kanska allar í landinum!

 

#6 Fjallagøturnar

Dámar tær at ganga í fjøllunum? So er tað avgjørt eitt gott hugskot at fara eftir teimum mongu fjallagøtunum í Føroyum. Pakka tær bilin við góðum skóm, kikara og myndatóli – og koyr avstað. Summar gøtur krevja gjald, men nógvar fjallagøtur millum bygdir eru ókeypis og góðar at ganga á.

 

#7 Verðandi heima 

Tú kanst sjálvandi eisini BARA verða verandi heima og njóta staðið, har tú býrt. Tú kanst slappa av, spæla kort, venja eitt ítriv, byggja um í húsinum, mála garðin, stákast í havanum ella kokkast fyri familjuna...

 

#8 Býir

Tú kennir ivalest væl staðið, har tú býrt. Men far og granska grannabygdirnar. Kanna gøtur, hús og bygningar og far bara hagar, ið føturnir leiða teg.

 

#9 Súkklutúr

Fáið tykkum súkklurnar upp á bilin og koyr til eitt spennandi stað at súkkla ein langan túr í náttúruni. Her kanst tú uppliva tungar brekkur, hvassan vind og tað, ið hoyrir til tann harða partin av tí føroysku náttúruni. Tú kanst eisini leiga tær eina nátt onkrastaðni á vegnum og uppliva Føroyar við tíni egnu beinmegi.

 

#10 Hav skil á dekkunum

Næstan  uttan mun til hvat tín staycation ber í sær, fert tú uttan iva onkran túr við bilinum. Fyrireikar tú ein, fleiri ella langar biltúrar, er tað týdningarmikið, at dekkini eru í góðum standi. Minst til at koyra við summardekkum um summarið, at mynstrið á dekkunum hevur røttu djúpd. og at dekktrýstið er í lagi. 

 

Tørvar tær hjálp, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
 

Koyr trygt – og hav eitt gott summar! 

Greinin er skrivað í juni 2023.