Nú hevur tú møguleikan at fáa hjólini hjá tær gjørd rein, tá ið tú leggur tey á dekkhotel.

Hetta ber í sær, at felgurnar halda longur.

Vit vita øll, hvussu torført tað er at gera felgurnar vandaliga reinar. Har eru so nógvir kantar , og ringt er at koma framat  at gera tær reinar.

Við okkara nýggju hjólvaskimaskinu verða hjólini gjørd sera vandaliga reina við heitum vatni og granulatkúlum, sum undir hátrýsti gera alla yvurflatuna reina.

Her verða eingi kemikalia brúkt.

Er felgan í ringum standi (t.d. lakkið er loysnað), mæla vit frá at koyra hana í vaskinaskinuna.

Sí filmin.